Tíðindi

Nú verður tað lættari at seta búgv í Sunda kommunu

01.12.2021

Størstu íløgurnar á fíggjarætlanini 2022 eru útstykkingar

Seinastu árini er størsti parturin av íløgukarminum hjá Sunda kommunu farin til at byggja nýggja Skúlan við Streymin, har eisini ítróttahøll er bygd, og at gera ítróttaøkið við Margáir liðugt.

Av hesi orsøk hevur Sunda kommuna ikki framt nakrar størri útstykkingar og hevur tað verið avmarkað útboð hjá fólki, ið ynskja at seta búgv í kommununi.

Sitandi býráð hevur sett sær fyri at bøta munandi um støðuna og hevur á býráðsfundinum mánakvøldið samtykt at seta heili 15. mio. kr. av til útstykkingar á fíggjarætlanini fyri 2022. Byrjað verður á Oyrarbakka har kommunan hevur í hyggju at keypa eitt øki báðu megin landsvegin. Gongst sum ætlað verða tey fyrstu av 20 – 25 grundstykkjum í hesum økinum boðin út í komandi ári.

Í fyrstu syftu verður hugsað um privata sethúsabygging, men kommunan samskiftir eisini við byggivinnuna um, hvørjir aðrir møguleikar eru.

Samstundis arbeiðir kommunan eisini við møguleikanum at keypa óbygd grundstykkir aftur, fyri at gera tey byggibúgvin og selja tey út aftur. Hetta verður gjørt fyri at kunna bjóða kommunal byggiklár grundstykkir í flest øllum bygdunum í kommununi.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg