Tíðindi

Sunda kommuna á jobmatch

22.12.2021

Í Sunda kommunu eru vit altíð opin fyri góða hugskotinum og íkastinum, ið kann skapa menning, vøkstur og trivna í økinum. Sunda kommuna er í støðugari menning og nýggjar uppgávur stinga seg javnan upp. Sunda kommuna hevði tí avgjørt at verða við á árligu starvstevnuni Jobmatch, sum skuldi verða í Norðurlandahúsinum 29. desember.

Sum so mangt annað í hesum døgum, so hava fyrireikarnir tó valt at avlýsa tað fysiska Jobmatch tiltakið, og flyta stevnuna yvir á talgildu miðlanar. Hóast korona spennir bein fyri at vit hittast andlits til andlits, so eru vit áhugaði í at hittast talgilt.

Landafrøðiliga er Sunda kommuna partur av miðøkinum og ein av størstu kommununum í landinum. Hetta skapar møguleikar og setur eisini krøv til at skipa vinnununa, so væl sum til ber. Kommunan hevur millum annað sett sær fyri at skipa ferðavinnuna betur. Ferðavinnupolitikkurin skal dagførast, og ein virkislagað ætlan skal gerast fyri, hvussu vit tryggja at hendan vinnan mennist til gagns fyri bæði borgarar, vinnurekandi og vitjandi í økinum.

Á tekniska økinum eru eisini nógvar ætlanir í umbúnaði, millum annað innan býarplanlegging, útstykkingar, spillvatnsskipanir, vetrarfriðing v.m.. Sunda kommuna ynskir samstundis, at ganga undan á grønu leiðini og hevur eisini í hyggju at orða ein umhvørvis og orkupolitik.

Sunda kommuna hevur sostatt nógvar ætlanir og uppgávur fyri framman, so er tú lesandi og leitar eftir tilfari og evnum til uppgávuskriving, ella leitar tú eftir starvi og hevur servitan innan okkurt av nevndu økjum, so er Sunda kommuna áhugað í at fáa eitt prát við teg um møguligt samstarv.

Bílegg eitt jobprát her…

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg