Tíðindi

Poting í Sundalagnum

19.01.2022

Fyri at lætta um hjá borgarunum í Sundalagnum, ið onkursvegna eru raktir av korona, fer Sunda kommuna í samstarvi við Eiðis kommunu og Landssjúkrahúsið, at skipa eina potistøð í Eydnuni á Oyararbakka næstu vikurnar.

Smittustøðan í landinum ger at alsamt fleiri fólk hava tørv á at verða potaði, og trýsti á kanningarstøðini í Havn og í Klaksvík er so mikið stórt, at trupult er at fáa tíð til kanning. Hetta hevur stóra ávirkan á fleiri familjur, arbeiðspláss, skúlar og stovnar í Sundalagnum. Tí hevur borgarstjórin, Jógvan Kruse, heitt á Landssjúkrahúsið um at geva kommununi loyvi at upprætta eina potistøð í Sundalagnum, í eitt tíðarskeið.

Landssjúkrahúsið hevur játtað og fer Sunda kommuna, saman við Eiðis kommunu, at skipa fyri poting í Eydnuni á Oyrarbakka hvønn týsdag og hósdag, í tríggjar vikur fram. Byrjað verður týsdagin 25. januar.

Kommununar skipa kanningartoymið og taka sær at tí praktiska, meðan Landssjúkrahúsið letur kanningarútgerð og greinar royndirnar.

Kanningarnar eru ókeypis, men neyðugt er at bíleggja tíð á www.korona.fo. Latið verður upp fyri bíleggingum so skjótt tað tøkniliga er klárt.

Tilboðið er serliga ætlað borgarum í Sunda- og Eiðis kommunu.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025