Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kunning í sambandi við bátahugnan 2026

26.05.2026

Komandi leygardag, 30. mai, verður afturvendandi árligi bátahugnin í Hvalvík, sum Sundalags bátafelag skipar fyri.

Í vikuskiftinum verður árligi bátahugnin í Hvalvík.

Í hesum sambandi heitir kommunan á bátaeigarar, ið ikki luttaka í sambandi við bátahugnan, um at flyta bátarnar úr bátahylinum innan fríggjamorgunin 29. mai.

Vinnuparkeringsøkini skulu verða ruddað í seinasta lagi mikukvøldið 27. mai. 

Eru ivamál um eitt hvørt eru tit vælkomin at venda tykkum til Magnus Madsen, tilbúgvingar og havnarmeistara á tlf. 297229.

Kommunan og Sundalags bátafelag takka bátaeigarum og leigarum fyri afturvendandi góða samstarvið í sambandi við bátahugnan. 

Nærri kunning um tiltakið sjálvt og skrá kemur út hósdagin.