Tíðindi

  • Sámal Jákup Joensen, stjóri í Áway og Jógvan Kruse, borgarstjóri í Sunda kommunu

Sunda kommuna keypir bygning á havnarlagnum í Hvalvík

03.05.2022

Áway og Sunda kommuna hava undirskrivað keypsavtalu um bygning á havnarlagnum í Hvalvík. Talan er um bygningin, sum bilverkstaðið hjá Áway hevur hildið til í, seinastu árini.

Sunda kommuna er ein kommuna í støðugari framgongd, og hetta setur eisini krøv til umstøður og hentleikar hjá kommununi. Í fleiri ár hevur millum annað verið tørvur á betri umstøðum til ognar- og veitingareindirnar hjá kommununi, og leitað hevur verið eftir hølum til endamálið.

Fyrr í ár vendi stjórin í Áway sær til kommununa og greiddi frá at tey høvdu ætlanir um at gevast við virkseminum í Hvalvík, fyri at miðsavna alt sítt virksemi í Norðragøta. Í hesum sambandi varð spurt um kommunan var áhugað í at keypa bygningin á havnarlagnum í Hvalvík. Hetta førdi til at Sunda kommuna og Áway í dag hava undirskrivað keypsavtalu.

Sunda kommuna harmast um at virksemi flytur úr økinum, men fegnast samstundis um at kommunan við keypinum, fær loyst ein hølistrupuleika og tryggjað tørvin hjá ognar- og veitingareindunum fleiri ár framyvir.

Tá avtalan varð undirskrivað ynskti stjórin í Áway, Sámal Jákup Joensen, at takka Sunda kommunu, og kundunum í Sundalagnum fyri tíðina Áway hevur virkað her í økinum.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg