Tíðindi

Dagførd skrá fyri Sundalagsstevnuna

17.06.2022

Orsakað av vánaliga veðrinum eru fleiri av tiltøkunum á Sundalagsstevnuni útsett til sunnudagin og skráin er dagførd.

Dagførd skrá fyri Sundalagsstevnuna

Leygardagur 18.06.2022:

Kl. 08.30-22.30: Fótbóltsdystir við Margáir og í Hólmanum á Eiði. Dystaryvirlit sæst á ebstreymur.fo/komandidystir

Kl. 13.00-20.00: "Gerandishetjur" úr Hvalvík og Streymnesi í hølunum hjá Áway á kaiøkinum. Framsýning um ymisk kvinnubrot. Á skránni verður eisini fyrilestur og upplestur. Kostnaður 50 kr. Sí nærri skrá á Facebook. 

Kl. 12.00-20.00: Handilin hjá Hallfríð og støkk-upp-handilin hjá Gunnvu hava opið Undir Hamri 11.

Kl. 19.00: Dystur við Margáir í Betri-deildini hjá monnum millum EB/Streym og Víking. 

Sunnudagur 19.06.2022:

Kl. 10.00: Dypp á Hvalvíksoyruni. Aftaná verður kaffi og te at fáa á sandinum. 

Kl. 10.30: Kaffi og smákøkur at fáa í viðarlundini.

Kl. 11.00: Útigudstænasta við Jákupi E. Petersen, presti, í viðarlundini í Hvalvík. Gudstænastan verður útvarpað.

Kl. 12.00: Bindiklubbakappróður.

Kl. 13.00-18.00: Fótbóltsdystir við Margáir og í Hólmanum á Eiði. Dystaryvirlit sæst á ebstreymur.fo/komandidystir

Kl. 13.00-19.00: Skótarnir selja vaflur og kaffi í garðinum hjá Sundalags Bátafelag á kaiini. 

Kl. 13.00: Kappróður. Eftir seinasta róður handar Jógvan Kruse, borgarstjóri, steyp og heiðursmerki á terassuni á kaiøkinum.

Kl. 13.00-19.00: Handilin hjá Hallfríð og støkk-upp-handilin hjá Gunnvá hava opið Undir Hamri 11.

Kl. 13.00-19.00: "Boot-sale" á kaiøkinum har ymiskt handaligt verður til keyps. Møguleiki verður hjá børnum at læna glúpar, hoppibond og krit. 

Kl. 13.00-18.00: Matsmiðjan v/ Ruben Busk selir vælumtóktu burgararnar á kaiøkinum.

Kl. 13.00-18.00: Fisk&Chips-bilurin hevur opið á kaiøkinum.

Kl. 13.00-20.00: "Gerandishetjur" úr Hvalvík og Streymnesi í hølunum hjá Áway á kaiøkinum. Framsýning um ymisk kvinnubrot. Á skránni verður eisini fyrilestur og upplestur. Kostnaður 50 kr. Sí nærri skrá á Facebook. 

Kl. 15.30: Rógvi B. Dam gyklar fyri børnum í garðinum hjá Sundalags Bátafelag á kaiini. 

                 Seinnapartin framførir Signar í Homrum nøkur løg í garðinum hjá Sundalags Bátafelag á kaiini.

Kl. 20.00-22.00: Syngi-við-kvøld í garaguni hjá IZ-bilum á kaiøkinum. Á skránni verður suppa og felagssangur við fylgispæli. Jákup E. Petersen, prestur, flytir fram røðu. Eftir røðuna verður stevnu-quiz.

Mikudagur 22.06.2022:

Kl. 19.00: "Vinn eina kúgv". Neytamykjukapping í skúlagarðinum í Hvalvík. Puntar kunnu keypast frá Eyðstein Zachariassen. 

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg