Tíðindi

  • Jógvan Kruse, borgarstjóri, Haraldur Símunarson Hammer, stjóri í Urtagarðstænastuni og Rógvi Nybo, formaður í teknisku nevnd

Urtagarðstænastan vann fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík

20.06.2022

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Urtagarðstænastuna, um at gera arbeiðið í sambandi við fyrsta byggistig av kirkjugarðinum í Hósvík

Tíðliga í ár setti Sunda kommuna gongd á arbeiðið at víðka um kirkjugarðin í Hósvík, ið er vorðin ov lítil.

Útbyggingin av kirkjugarðinum verður framd í trimum stigum. Fyrsta byggistig varð boðið út í mai mánaði. Tveir arbeiðstakarar bjóðaðu uppá arbeiði og Urtagarðstænastan vann lisitatiónina.

Fyrsta byggistig umfatar góðar 50 gravir, gøtu niðanfyri kirkjuna, gøtu framvið ánni og umlegging av kloakkleiðing.

Sunda kommuna hevur í samráð við Urtagarðstænastuna og ráðgevarar gjørt semju um, at deila fyrsta byggistig upp í 3 økir. Í ár er ætlanin at øki 1 skal gerast liðugt, meðan øki 2 og 3 bíðar til 2023.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg