Tíðindi

  • Jóannes Prestá, fíggjar- og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu, saman við hjúnunum Elias og Joan Hammer

Elias og Joan halda fram við Víkar Camping

05.09.2022

Sunda kommuna hevur gjørt avtalu við Elias og Joan Hammer um at reka kampingøkið norðanfyri Haldórsvík fram til 2026.

Sáttmálin um kampingøkið norðafyri Haldórsvík gekk út 1. september 2022, tískil bjóðaði Sunda kommuna, fyrr í summar, raksturin av økinum út av nýggjum. Samstundis varð raksturin av kampingøkinum við Gjógv eisini boðin út til privat at reka.

Tá freistin at bjóða var farin, tann 15. august, var eitt tilboð komið inn uppá kampingøkið í Haldórsvík, og onki uppá kampingøkið við Gjógv.

Á býráðsfundi 29. august var einmælt samtykt at taka av innkomna tilboðnum uppá rakstur av kampingøkinum í Haldórsvík. Eisini samtykti býráðið at bjóða kampingøkið við Gjógv út aftur komandi vár.

Tilboðið uppá raksturin av kampingøkinum norðanfyri Haldórsvík áttu Elias og Joan Hammer, sum seinastu trý árini hava rikið Víkar Camping. Tey byrjaðu tá frá grundini og hava bygt tað upp til at tað í dag er eitt sera gott og vælrikið kampingøkið. Tey eru sjónlig á økinum og hava verið ófør at hugna um kundarnar. Tey skipa javnan fyri tiltøkum og serliga hevur økið verið vælumtókt sum vetrarkamping hjá føroyingum. Tey siga seg tó fara at leggja størri dent á at fáa fleiri útlendskar gestir at vitja um summari framyvir. Eisini fara tey at arbeiða fyri at betra um umstøðurnar hjá børnunum, eitt nú við at gera spæliplássið betri.

Sáttmálin um rakstur av kampingøkinum er galdandi í 3 ár og 6 mánaðir, við møguleika at leingja upp til 2 ár, um báðir partar eru samdir um hetta.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg