Tíðindi

Ætlan fyri vetrarfriðing handað

12.09.2022

Fyrr í ár gjørdi Sunda kommuna avtalu við Senit, um at gera eina vetrarfriðingarætlan fyri allar bygdirnar í kommununi. Arbeiðið er nú komi so langt áleiðis at fyrsta stig er handað kommununi.

Sitandi býráð hevur sett sær fyri at fáa gongd á vetrarfriðingina í Sunda Kommunu, soleiðis at fyrsta bygdin eftir hesi ætlanini kann verða vetrarfriðað hesa býráðssetuna, og at ein tíðarætlan er fyri hinar bygdirnar. Hósvík er einasta bygdin í kommununi sum er vetrarfriða í dag.

Fyrsta stig í hesi ætlan er at fáa greina, í hvørjum bygdum tørvur er á vetrarfriðing, og hvussu henda skal fremjast. Heitt varð á ráðgevandi fyritøkuna, Senit, um at gera eitt arbeiðsskjal, sum skal liggja sum grund undir endaligu ætlanini. Hetta arbeiðsskjalið er nú handað Esther Dahl, forkvinnuni í Vinnu- og Umhvørvisnevndini.

Á myndini eru Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sigurd Justinussen, Senit, Esther Dahl, forkvinna í Vinnu- og Umhvørvisnevndini og Haraldur S. Hammer, limur í Vinnu- og Umhvørvisnevndini.

Seinastu tíðindi

24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG
23
apr
Konsert í gjónni við Gjógv 28. apríl 2024
22
apr
Flaggdagshald í Hvalvík
19
apr
Avloysari til Dagstovnin við Stórheygg í Hósvík
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg