Tíðindi

Láninet, fjøruposar og kovboytaskur

16.09.2022

Á dagstovninum við Stórheygg í Hósvík hava tey avgjørt at minka um plastnýtsluna, millum annað við ikki at nýta plastposar í dagligdegnum

Tey hava sett í verk eina skipan við láninetum, fjøruposum og kovboytaskum. Hetta eru tríggir endurnýtsluposar, ið ger at tey nærum ongar plastposar brúka í dagligdegnum.

“Láninet” kunnu foreldrini fáa sær heim við, um teirra barn hevur fingið karm ella nógv er at bera heim. “Fjøruposin” kemur við tá tey fara oman á sand. Niðri á sandi er altíð okkurt spennandi fjørugull, sum børnini vilja hava við sær niðan aftur á stovnin. Og tá tey fara túr er eisini gott at hava posan við, um vit nú skuldu funnið eitthvørt rusk. “Kovboytaskan” er til skiftiklæðir, øll børnini í barnagarðinum og frítíðarskúlanum hava hvør sína tasku.

At minka um plastnýtsluna á stovninum, hevur verið tilvitað seinastu nógvu árini. Tað er win win fyri umhvørvið og penganýtsluna, siga tey á dagstovninum við Stórheygg.

 

Seinastu tíðindi

23
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk
12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026