Tíðindi

Trupulleikarnir við vatninum í Hósvík

05.01.2023

Arbeiðið hjá Sunda kommunu við at fáa vatnbrunnarnar í Hósvík tiknar í brúk aftur innan ársskiftið, bar ikki á mál. Og tí hava íbúgvarnir í Hósvík verið uttan vatn fleiri ferðir um jólini, og nú aftur aftaná jól. Hetta er sjálvandi ikki nøktandi fyri hósvíkingar, og er kommunan sera hørm um, bæði við manglandi kunning og at arbeiði hevur gingist so illa. Vit arbeiða nú við avbjóðingunum við vatninum.

  • Fyrsta stigi er at fáa sett brunnarnar til, so vatngoymslan er størri og at hósvíkingar ikki missa vatnið um proppur kemur í vatninntakið.
  • Annað stig er at vatninntakið verður flutt og broytt, soleiðis at hendan støðan við at proppur kemur í, ikki kann koma fyri. Hetta arbeiði verður gjørt tá ið tað er turt, so einaferð seinni í vár ella í summar.
  • Triðja stigi verður at fáa eitt eyka inntak við pumpuskipan, til ovastu húsini og komandi útstykkingar. Hetta skal loysa framtíðar trupulleikar, sum kundu komi.

Enn fáa hósvíkingar vatn úr gamla vatnbrunninum, og arbeiðsfólk hjá Sunda kommunu gera alt fyri at fáa vatnið í rættlag.

Um vatntrýsti fer ella aðrir trupulleikar eru við vatninum, kann ringjast á tlf. 297222.

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025