Tíðindi

Borgarafundur í Tjørnuvík

07.03.2024

Landsverk og Landsstýrismaðurin Dennis Holm bjóðaðu til borgarafund í Tjørnuvík í gjár um Tjørnuvíkartunnilin.

Gott 100 fólk møttu á borgarafundinum, so sigast kann ikki annað, enn stóri almenni áhugin avspeglar tørvin á tunnilinum til Tjørnuvíkar.

Landsverk lýsti verkætlanina fyri møttu borgarunum, og tóku Tjørnuvíkingar væl móti verkætlanini.

Arbeiðið at fáa neyðugu loyvini upp á pláss og seinastu fyrireikingarnar frá hondini er í gongd, og arbeitt verður fram móti, at tunnilsarbeiðið byrjar í ár.

Fyri okkum sum búgva í økinum og ferðast á leiðini, fegnast vit um, at Tjørnuvíkartunnilin stendur fyri framman, og síggja vit fram til nýggju og tryggu farleiðina til og út Tjørnuvík.

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG