Tíðindi

IRF ber nýggjar posar út í viku 11 og 12

14.03.2024

Hesa ferð ber IRF trý sløg av posum út: gráar, hvítar og reyðar posar. Gráa rullið er rullað inn í ein reyðan posa, so minst til at taka gráa rullið úr tí reyða posanum og goym posan til serliga dálkandi burturkast. Posarnir eru gjørdir úr endurvunnum plasti, og fyri fyrstu ferð eru allir tríggir posar framleiddir í Føroyum, so talan er tískil um stuttflutta vøru.

Hvussu brúki eg posarnar?

Hvíti posin: Í hvíta posan ber til at lata alt reint papp og pappír í, t.d. tíðindabløð, lýsingabløð, brævbjálvar, matvøru-pakningar og allar eskjur úr pappi. Innihaldið í hvíta posa verður sent til endurvinningar.  Les meira um hvíta posan her.

Harafturat kanst tú lata reint bleytt plast í hvíta posan. Minst bara til at samla bleyta plastið í ein kláran posa, áðrenn tú letur hann í hvíta posan.

Reyði posin: Reyði posin skal brúkast til serliga dálkandi burturkast, so sum battarí, ljósperur, spreydósir, smærri elektroniskar lutir og kemikaliu. Ein partur av innihaldinum í reyða posa verður sent til endurvinningar, meðan restin verður sent til trygga burturbeining uttanlands.  Les meira um reyða posan her.

Grái posin: Grái posin er til dagliga restburturkastið, sum ikki kann fara í hvíta posa, reyða posa ella á endurvinningarplássið. Ruskið í gráa posa verður brent. Les meira um gráa posan her.

Fá fleiri góð ráð um posarnar her.

Seinastu tíðindi

30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG