Tíðindi

Rottangatøming í Sunda kommunu

03.04.2024

Reinsitænastan hjá IRF byrjar í komandi viku at tøma rottangar í Hósvík, á Oyri, Oyrarbakka og við Norðskála.

Tað er ein ómetaliga stór hjálp um rottangarnir eru klárir, tá ið IRF kemur á staðið. Tað sparir bæði borgarum og IRF nógva tíð og nógv stríð.

Tað er sera týdningarmikið, at tit ikki sjálvi loysa lokið á rottanganum, tí tað kann verða vandamikið, um opið er niður í rottangan. Harafturat kunnu skrúvur og annað blíva burtur. Tí skulu okkara rottangamenn loysa lokið á tanganum og festa tað aftur, tá ið arbeiðið er liðugt.

IRF heitir á fólk um at tryggja:

  • at tangin er lættur at koma til
  • at tað er grivið væl frá rundan um lokið
  • at lokið er væl fest, men lætt at loysa
  • at lokið er trygt og heilt
  • at lokið er lætt at festa aftur, tá ið arbeiðið er liðugt

Eru omanfyri nevndu viðurskifti ikki í lagi, verður tangin ikki tømdur. Meira kann lesast um hetta her

Reglugerðin sigur harumframt, at eigarin av rottanganum hevur til eina og hvørja tíð ábyrgd av, at tangin er í góðum standi og ikki er til ampa fyri fólk og umhvørvið. Hetta inniber millum annað, at fólk og fæ trygt kunnu ferðast tvørtur um rottangan, eisini eftir at hann er tømdur.

Tá ið tangin er tømdur, leggur IRF ein lepa við árstali undir lokið á tanganum.

Seinastu tíðindi

30
apr
Áheitan um at rudda bingjur­nar á matr. nr. 1l og 1m á Oyrarbakka
29
apr
Sunda kommuna bjóðar aftur vinnuni til morgundrekka
24
apr
Leiðari fyri frítíðarundirvísing­ina settur
09
apr
Stuðul til ítróttarfeløg, frítíðarvirksemi og áhugafeløg
22
mar
Vinnuparkering
24
apr
Býráðsfundur 29. apríl 2024
24
apr
Stongt flaggdagin
23
apr
VÆLKOMIN Í 50 ÁRA FØÐINGARDAG