Tíðindi

Nýggja fongslið verður við Áir

24.10.2024

Í vár heitti Føroya landsstýri á kommunurnar í Føroyum um at koma við uppskoti til staðseting av nýggja fongslinum, sum Føroya landsstýri og danska stjórnin hava gjørt eina ætlanaryvirlýsing um skal byggjast í Føroyum.

Her lógu vit í Sunda kommunu ikki á boðunum, og eftir kunnandi fund við Landsstýrismannin, fóru vit undir at skriva umsókn um staðseting av nýggja fongslinum í Føroyum við Áir.

Umsóknin varð send Føroya landsstýri, Kriminal forsorgini og Center for Økonomi og Kapacitet. Umframt okkum í Sunda kommunu, bjóðaðu 8 kommunur seg fram, og donsku myndugleikarnir hava viðgjørt allar innsendu umsóknirnar.

Donsku myndugleikarnir viðmældu tríggjar staðsetingar í Føroyum, og varð tað latið til føroysku myndugleikarnar at avgera, hvar fongslið skuldi byggjast. Umsóknin um staðsetingina við Áir, var mett sum væl egnað.

Landsstýrismaðurin í lógarmálum Bjarni Kárason Petersen fekk heimildina frá Føroya Landsstýri, og hevur Landsstýrismaðurin kunnað donsku myndugleikarnar um, at Føroya landsstýrið ynskir nýggja fongslið við Áir.

Sunda kommuna og við Áir liggja mitt í landinum, beint við høvuðsleiðina sum bindur Føroyar saman samferðsluliga og Bygdaleiðir koyra framvið tíðliga og seint allar dagar í árinum, við javnbjóðis frástøðu og atgongd fyri flestu føroyingar, bæði starvsfólk, fangar og vitjandi.

Hóast mitt í landinum og tætt við flestu hentleikar, er staðsetingin við Áir avsíðis og fitt frá bygdum øki.

Donsku myndugleikarnir hava nú gingið ynskinum frá Føroya Landsstýri á møti, og avgerðin at staðseta fongslið við Áir er tikin.

Vit í Sunda kommunu fegnast um, at nýggja fongslið verður lagt í økinum. Fongslið er uttan samanbering stórsta almenna íløgan í Sundalagnum í nýggjari tíð, og saman við virkseminum sum frammanundan er við Áir, kemur fongslið at tvífalda almennu arbeiðsplássini við Áir.

 

Sunda kommuna

Jógvan Kruse

Borgarstjóri

 

https://www.lmr.fo/fo/kunning/tidindi/nyggja-fongslid-verdur-vid-air

Seinastu tíðindi

03
des
Val til eldraráðið
02
des
Grund­stykkir til sølu
27
nov
Nýggja býráðið hevur skipað seg
26
nov
Býráðsfundur 26. november 2024
26
nov
Starvs­fólk til Dagstovnin við Stórheygg
26
nov
8 starvs­fólk fingið lívbjargaraprógv
25
nov
Sunda kommuna lækkar skattin og hækkar barna­frádráttin
25
nov
Nýggja lækna­viðtalan reist