Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Skrivstovufólk til Sunda kommunu

12.05.2026

Søkt verður eftir skrivstovufólki til móttøkuna hjá Sunda kommunu at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu.

Sunda kommuna leitar eftir einum ábyrgdarfullum og ágrýtnum skrivstovufólki til kommunuskrivstovuna á Oyrarbakka. Vit bjóða eitt spennandi starv við fjølbroyttum arbeiðsuppgávum og einum góðum arbeiðsumhvørvi við dugnaligum og fyrikomandi starvsfeløgum.

Talan er um eitt fulltíðarstarv, sum er 39,5 tímar um vikuna, ella eftir nærri avtalu.

Høvuðsuppgávur og ábyrgdarøki

  • Samskifta við borgarar
  • Umsita teldupost
  • Journalisering
  • Ymiskar fyrifallandi skrivstovuuppgávur

Útbúgving og førleikar

  • Vit vænta, at tú hevur skrivstovuútbúgving innan fyrisiting
  • Vit vænta, at tú hevur hollan kunnleika til 360-journalskipanina
  • Tú hevur góðar telduførleikar og dugir væl at seta teg inn í nýggjar KT-skipanir
  • Tú ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta í skrift og talu á føroyskum
  • Tú hevur ein skipaðan og sjálvstøðugan arbeiðshátt

Løn og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum avvarandi fakfelag og Kommunala arbeiðsgevarafelagið.

Nærri upplýsingar
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Michael Jensen, kommunustjóra í Sunda kommunu, á tlf. 29 72 05 ella teldupost jmj@sunda.fo

Umsókn
Skrivlig umsókn saman við lívsrensli, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er 26. mai 2026.