Tíðindi
Umhvørvisdagar í Sunda kommunu 2026
Umhvørvisdagar í Sunda kommunu verða í døgunum 18. - 23. mai 2026.
Sunda kommuna leggur stóran dent á umhvørvið og trivnaðin, og hevur í fleiri ár skipað fyri bæði umhvørvisviku, útiviku og einum árligum ruddingardegi. Hetta er eitt gylt høvi hjá borgarunum í Sunda kommunu at savnast um eitt felags mál – at halda kommununa reina, ruddiliga og vakra samstundis sum vit koma hvør øðrum við.
Í ár skipar Sunda kommuna fyri umhvørvisviku sum eisini inniheldur tann árliga ruddingardagin.
Skráin fyri umhvørvisdagarnar og ruddingardagin er at síggja her
Skráin í ár verður ikki borðin út í hvørt hús. Um tú ynskir eina skrá sum ikki er talgild, ert tú vælkomin inn á kommunuskrivstovuna eftir einari.
Vónandi eru fleiri tykkara ið ynskja at taka lut í at halda Sunda kommunu reina og ruddiliga. Eitt upplagt høvið at koma ar kennast betur, vera hugbundin og fáa eina hugnaliga løtu saman.
Vit síggjast!