Sjálvgreiðsla

Tíðindi

112-dagur við Margáir

06.05.2026

112-dagur verður við Margáir í Streymnesi, 20. mai. 2026, kl. 10.00-13.00, fyri børn í 1. 2. og 3. flokki í øllum VEKS økinum.

Allir 1.- 3. floks næmingar úr Vestmanna Kommunu, Eiðis Kommunu, Kvívíkar Kommunu og Sunda Kommunu luttaka á 112-degnum.

Ein 112-dagur er eitt tiltak, ið hevur til endamáls at upplýsa um neyðnummari "112" og virksemið hjá teimum, sum hjálpa, tá ið illa stendur til. Tað er SSP-samstarvið í VEKS økinum, sum skipar fyri degnum, og sleppa børnini at síggja og uppliva ein sjúkrabil, sløkkiliðsbil, løgreglubil og so fáa tey eisini vegleiðing frá ferðslutrygd. Eisini verður vatnkríggj, røða, tónleikur og annað stuttligt.  

Børnini muga verða ílætin eftir veðrinum, tí tiltakið er uttandura.

Bussar koyra frá øllum skúlunum til Margáir, og frá Margáum aftur til skúlarnar.  

Vit gleða okkum at bjóða nógvum fittum børnum vælkomnum. 

 

Vit síggjast.