Tíðindi
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
07.01.2026
Nógvur kavi er komin niður, og meira er í væntu, tí er umráðandi at grava so skjótt og væl sum til ber.
Til tess at lætta um arbeiðið við kavagravingini í kommununi hevði tað verið sera gott, um bileigarar kunnu seta bilar sínar á egnan matrikkul, so at kavagrevsturin kann verða so skjótur og góður sum gjørligt. Tað er sera avbjóðandi at grava, tá nógvir bilar standa úti á kommunalu vegunum.
Vónandi taka bileigarar hesa áheitan til sín, so vit kunnu halda eina nøktandi kavagraving og harvið koma trygt til og frá húsum.
Vinarliga
Sunda kommuna