Tíðindi
Námsfrøðingur til Frítíðarskúlan við Kráir
27.02.2026
Søkt verður eftir námsfrøðingi at arbeiða í Frítíðarskúlanum við Margáir. Talan er um eitt starv á 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjan 16. mars ella eftir nærri avtalu. Um ongin námsfrøðingur søkir, kann hjálparfólk vera sett í tíðaravmarka starv.
Í dagliga arbeiðinum leggja vit m.a dent á:
- at børn og starvsfólk skulu trívast, og fáa avbjóðingar í gerandisdegnum.
- at hava gott samstarv við foreldur
- at skapa álit og tryggleika, bæði fyri foreldur og børn
- at virða tað einstaka barnið.
- at ferðast úti í náttúruni.
Vit ynskja at tú:
- ert álítandi og hevur góð samstarvsevni
- hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan og tryggan gerandisdag.
- undir ábyrgd av leiðslu og í samstarvi við starvsfólkið, vilt verða við til at mynda og menna námsfrøðiliga umhvørvið við Kráir.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmala millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært barnaváttanarlógini §2, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi og viðmælum skulu sendast til:
karina@sunda.fo
Umsóknarfreistin er hósdagin 12 mars.
Hevur tú spurningar til starvið, kanst tú venda tær til Karinu Eidesgaard, stovnsleiðara á telefon 297235.