Tíðindi

Sunleif aftur á umhvørvisplássinum

12.01.2026

Væl dámdi Sunleif Álaberg, ið áður hevur starvast á umhvørvisplássinum hjá kommununi, er vendur heim aftur.

Soleiðis kann lýsingin av Sunleif ljóða, tí hann gekk so sera høgt upp í umhvørvisplássið, tá hann varðaði av økinum frá novembur 2020 til septembur 2023. Sostatt er talan um eitt kent andlit, ið nú aftur fer at varða av umhvørvisplássinum við Streymin. 

Sunleif Álaberg verður 59 ár mikudagin, 14. januar, og er búsitandi í Hvalvík. Sunleif hevur áður arbeitt hjá m.a. Posta og á umhvørvisplássinum hjá kommununi. Seinastu gott tvey árini hevur hann starvast hjá Havsbrún í Fuglafirði. Nú er Sunleif vendur heim aftur og kemur at hava ábyrgdina av umhvørvisplássinum, umframt at hava høvuðsábyrgd av rottutýningini í kommununi. 

Bæði umhvørvisplássið og rottutýningin hava stóran týdning fyri okkara borgarar, og tí eru vit sera fegin um at hava fingið Sunleif aftur í starv hjá kommununi. 

Vit ynskja Sunleif væl afturkomnum og blíðan byr í starvinum. 

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
26
jan
Býráðsfundur 26. januar 2026
22
jan
Innskriving til 1. flokk