Tíðindi

Barsilsfarloyvisstarv til barnagarðsstovu á Dagstovninum á Flatinum

26.01.2026

Ynskir tú at arbeiða við barnagarðsbørnum, so er tað er kanska tær vit hava brúk fyri. Vit søkja eftir einum barsilsavloysara at byrja í mars ella skjótast hareftir, at arbeiða 20 tímar um vikuna. Arbeiðstíðin er vanliga ímillum kl 07 – 17.

Á dagstovninum á Flatinum arbeiða vit útfrá okkara námsætlan, og viðurkennandi námsfrøði. Vit leggja dent á góðar relatiónir, har vit skapa ein tryggan og fjølbroyttan gerandisdag, har barnið heldur tað verða stuttligt, avbjóðandi og hugnaligt at ganga í barnagarð. Felagsskapur, vinalag, trivnaður, spæl og ymisk ítriv hevur ein stóran leiklut og børnini eru sjálvi í stóran mun við til at mynda gerandisdagin.

Vit bjóða:

Eitt barsilsfarloyvisstarv á 20 tímum, frá 1. mars 2026 til 28. februar 2027

Er hetta nakað fyri teg, hevði tað glett okkum  at frætt frá tær. 

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett fyribils.

Setanarviðurskifti og løn eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.  

Sambært barnaváttanarlógini §4, skal barnaváttan fyriliggja, áðrenn umsøkjari verður settur.

Meira fæst at vita um størvini og stovnin við at tosa við Jógvan Philbrow leiðara á tlf. 297247 ella Sunnrid Eyðunsdóttir varaleiðara á tlf. 288405 ella vitja okkum á https://flatinum.fo/

Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmælum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. februar á middegi og sendast til jogvanp@sunda.fo

Dagstovnurin á Flatinum
Skúlavegur 9
400 Oyrarbakka

Seinastu tíðindi

11
feb
HVR ársins ítrótta­felagsskapur 2025
10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu