Tíðindi

Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu

09.02.2026

Sunda kommuna bjóðar við hesum arbeiðini at røkja og sláa gras í kirkjugørðum, minnisvarðum, fríøkjum og barnagørðum, umframt at týna skøru í kommununi.

Sunda kommuna hevur 7 kirkjugarðar, 3 minnisvarðar, 3 barnagarðar og fleiri fríøkir í ymisku bygdunum í kommununi

Arbeiðini verða bjóða út alment, sum trý arbeiðir, sum ikki eru tengd at hvørjum øðrum. Til ber at bjóða upp á eitt ella fleiri av hesum. Tilboðini skulu haldast at skild, og skulu latast inn hvør sær í egnum brævbjálva.

Arbeiðini eru fylgjandi:

a. Røkt og grassláing av kirkjugørðum og minnisvarðum í Sunda kommunu í 2026

b. Røkt og grassláing av fríøkjum, dagstovnum og tekjum í Sunda kommunu í 2026

c. Týning av skøru í Sunda kommunu í 2026

Áhugaðir arbeiðstakarar kunnu venda sær til sunda@sunda.fo fyri nærri kunning og, at fáa útbjóðingartilfarið tilsent.

Tilboð skal latast til:

Sunda kommunu
Oyrarbakkavegur 3
FO-400 Oyrarbakki

Í seinasta lagi 23. Feburar 2026 kl. 12.00, har tilboðsprísur og fyrivarni verða kunngjørd. Tey bjóðandi eru vælkomin at vera til staðar, tá brævbjálvarnir verða latnir upp.

Kommunan tilskilar sær rætt til at vraka tilboðini, um nøktandi prísur ella tilfar ikki fyriliggur.

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
09
feb
Eyka býráðsfundur 10. februar 2026
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
17
des
Almennir býráðsfundir 2026