Tíðindi
Eldradagurin verður leygardagin 14 mars 2026
Tann vælumtókti Eldradagurin hjá Sunda kommunu verður hildin leygardagin 14. mars 2026 í Eydnuni á Oyrarbakka.
Dagurin byrjar við morgunmati kl 9.30, og er liðugur áleið kl.15.00.
Jan Andreasen kemur at borðreiða við morgunmati, miðmála og dessert. Vit fara at syngja til góðar tónar og hoyra ymiskt áhugavert. Hetta er eitt gylt høvið, at koma hvør øðrum við, og hugna sær saman.
Nærri lýsing av tiltakinum verður kunngjørd tá dagurin nærkast.
Tilmelding
Tiltakið er ókeypis, og fyri allar borgarar í Sunda kommunu, ið eru 60 ár og eldri.
Tekna teg til her ella ring/skriva til Winnie Hansen á tlf 222583. Eisini ber til at skriva seg upp í Blákolluni.
Vit gleða okkum at síggja tykkum øll, til ein hugnaligan dag saman.
Myndirnar eru frá eldradegnum í 2025.