Tíðindi

HVR ársins ítróttafelagsskapur 2025

11.02.2026

Til heiðurin í 2024 vórðu tey tilnevnd, men til heiðurin 2025 bragdaði og vann Hósvíkar Róðrarfelag hesaferð heiðurin sum ársins ítróttafelagsskapur 2025.

Til stórsligið og væl fyriskipað tiltak í Varpinum í Klaksvík farna leygardag fekk Hósvíkar Róðrarfelag heiðurin sum ársins ítróttafelagsskapur 2025.

Í Sunda kommunu hevur ongantíð nakar ivi verið um tað stóra arbeiðið, ið sjálvbodnu fólkini handan Hósvíkar Róðrarfelag hvønn dag gera. Hósvíkar Róðrarfelag er av álvara ein savningarmegi í nærumhvørvinum. Út yvir at skapa eitt gott róðrartilboð til øll, ið ynskja at rógva, so skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri eini røð av trivnaðarfremjandi tiltøkum í bygdini. Millum annað skipar Hósvíkar Róðrarfelag fyri væl kendu Regatta siglingini, ið savnar fólk úr øllum Føroyum. 

Til hugnaliga samkomu farna sunnudag bar borgarstjórin felagnum eina heilsan vegna kommununa, umframt eina gávuupphædd áljóðandi 5.000kr. fyri heiðurin sum Ársins ítróttafelagsskapur 2025. 

Sunda kommuna ynskir Hósvíkar Róðrarfelag hjartaliga tillukku við heiðurinum sum ársins ítróttafelagsskapur 2025!

Seinastu tíðindi

11
feb
HVR ársins ítrótta­felagsskapur 2025
10
feb
Eldradagu­rin verður leygar­dagin 14 mars 2026
09
feb
Alment útboð av røkt og grassláing í Sunda kommunu
29
jan
Kommunu­stjóri til Sunda kommunu
28
jan
Tænastugjøld á tóm býli
28
jan
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
26
jan
Barsilsfar­loyvisstarv til barnagarðs­stovu á Dagstovni­num á Flatinum
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu