Tíðindi
Dagstovnurin við Stórheygg søkir eftir feriuavloysara
24.02.2026
Søkt verður eftir einum feriuavloysara til vøggustovuna.
Í fyrsta umfari hava vit tørv á avloysara, at starvast frá týsdegnum 2. mars til og við hósdagin 12. mars 2026.
Tú kemur at starvast saman við einum væl skipaðum og stuðlandi starvsfólkahópi.
Meira fæst at vita um starvið við, at tosa við Jónu Guttesen, leiðara, á tlf. 297255.
Setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært §2 í Barnaváttanarlógini hava vit sum stovnur skyldu at útvega eina barnaváttan, tá vit seta fólk í starv.
Send okkum eina umsókn skjótast gjørligt á:
???? jona@sunda.fo
Dagstovnurin við Stórheygg
Áarvegur 3
420 Hósvík