Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Umhvørvisdagar 2026 í Sunda kommunu

10.07.2026

Umhvørvisdagar og árligi ruddingardagurin í Sunda kommunu 2026

Í mai skipaði Sunda kommuna fyri umhvørvisdøgum kring kommununa. Endamálið var at seta fokus á umhvørvið, felagsskapin og týdningin av at taka ábyrgd fyri nærumhvørvinum.

Ymiskt var á skránni kring kommununa. Við Gjógv varð skipað fyri veltu, har fólk kundu tekna seg til. Hetta var eitt sera væl eydna tiltak. Tiltakið varð fult tekna og fólk vóru ótrúliga glað fyri møguleikan at velta síni egnu eplið.

Sunda Rynkur skipaðu fyri einum væleydnaðum súkklutúri, har luttakarar fingu høvi at njóta náttúruna og samstundis seta fokus á grønan flutning og heilsu. 

Í Hvalvík varð skipað fyri arbeiðsdegi í viðarlundini, har nógv hjálptu til við at gera økið enn vakrari við at rudda og planta trøð. 

Harumframt skipaði Sunda bókasavn fyri spennandi fyrilestri við Guðrið Lómfelli, og Ungmannafelagið Eydnan skipaði fyri kondibingo í Náttúrulundini. Tvey góð tiltøk ið góvu fólki møguleika at vera saman, fáa nýggja vitan og njóta felagsskapin í hugnaligum kørmum. 

Barnagarðsbørn kring kommununa vóru eisini virkin og hjálptu til við at rudda, og taka sær av nærumhvørvinum. Tað er gleðiligt at síggja, at eisini yngra ættarliðið vísir stóran áhuga fyri umhvørvinum. 

Vikan endaði við stóra árliga ruddingardegnum, har rudda varð í øllum bygdum. Dagurin byrjaði við felags morgunmati í hvørjari bygd, áðrenn farið varð út at rudda í nærumhvørvinum. Eftir ruddingina savnaðust fólk aftur til hugnaliga samveru og fingu smyrjibreyð. 

Sum partur av umhvørvisdøgunum hevði kommunan eisini eina myndakapping, har fólk kundu senda inn mynd frá teirra ruddingardegi. Vinnarin er funnin og bleiv tað Hansy Djurhuus ið gjørdist hepni vinnarin av einum gávubrævi á 1000 kr. Vit vilja takka øllum, sum luttóku og vóru við til at gera umhvørvisdagarnar til eina góða og gevandi uppliving. 

Sunda kommuna takkar øllum sjálvbodnum, sum á ymiskan hátt vóru við til at seta sín dám á umhvørvisdagarnar 2026. Ein serlig tøkk til Vár Solbjern Hansen fyri sítt stóra íkast. 

Sunda kommuna.