Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Kom við í skránna til mentanardagar 2026!

08.07.2026

Situr tú inni við einum góðum hugskoti til mentanardagarnar í Sunda kommunu, so hevur tú møguleikan at fáa títt tiltak við í skránna.

Mentanardagar 2026 verða í døgunum 11. til 20. september. Eins og undanfarin ár ynskja vit, at mentanardagarnir eru savnandi og at tiltøk verða hildin runt um í allari kommununi.

Vit vilja tí bjóða øllum, sum hava hug og áræði, at koma við sínum ískoyti til mentanardagarnar. Øll hugskot eru vælkomin, einans hugflogið setur mørk.

Kommunan samskipar dagarnar og ger faldara í samband við mentanardagarnar, ið verður borin í hvørt hús í kommununi.

So sita tit inni við einum góðum hugskoti, sum tit ynskja at fáa við í skránna eru tit hjartaliga vælkomin at senda ein teldupost til Hildigarð Jakobsen, trivnaðarsamskipara á hildigard@sunda.fo, í seinasta lagi 10. august 2026

Við vón um, at vit saman skapa nakrar spennandi mentanardagar 2026.