Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Útimøti í Saksun og Hvalvík sunnudagin 12 juli

10.07.2026

Sunnudagin 12. juli 2026 verður útimøti í bæði Saksun og Hvalvík.

Fyrra møtið verður í Saksun klokkan 14.00, og síðani verður útimøti í Hvalvík klokkan 16.00.

Eftir møtið í Hvalvík verður høvi at savnast til hugnaliga samveru, har grilla verður. 

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Vit gleða okkum at síggja nógv fólk til ein góðan og hugnaligan dag. 

Vinarliga
Útimøti bólkurin