Tíðindi

Hvør skal fáa ársins herðaklapp 2024?

13.08.2024

Aftur í ár fer Sunda kommuna, at heiðra persóni ella felagsskapi, ið hevur gjørt ólønt ella sjálvboðið arbeiðið, sum er til gangs fyri borgararnar í kommununi.

Ársins herðaklapp verður handað til setanina av mentanardøgunum, sum verða 13. – 22. september 2024.

Øll kunnu senda uppskot
Við hesum bjóða vit øllum at senda inn uppskot um, hvør skal fáa ársins herðaklapp 2024. Í uppskotinum skal grundgevast fyri, hví viðkomandi eigur at fáa herðaklappið, hvat viðkomandi persónur ella felagsskapur hevur gjørt og hvussu man metur tað er til gagns fyri borgarnar í kommununi.

Uppskotini skulu sendast til sunda@sunda.fo innan fríggjadagin 30. august kl. 12.00

Uppskotsstillarar kunnu vera ónevndir.

Trivnaðarnevndin tilskilar sær rætt til at velja ímillum innkomnu uppskotini, ella ikki at velja nakað av teimum.

Tey, sum fyrr hava fingið herðaklappið frá Sunda kommunu eru:

2023 Magnus á Stongum
2022 Stakkurin
2021 Sofus Debes Johannesen
2019 Andrass Midjord 
2018 Edmund Joensen 
2017 Leguhúsið í Nesvík
2016 Hósvíkar Róðrarfelag 
2015 Nicolina av Kamarinum
2014 Johannes Johannesen 
2013 Kingobólkurin í Tjørnuvík 
2012 Asfinn Sigvardsen 
2011 Esmar Dahl 

Seinastu tíðindi

13
jan
ENDUR­LÝSING - Starvs­fólk til ungdóms­húsið í Sunda Kommunu
10
jan
Ævintýraferðin á vitjan á Flatinum
08
jan
Kavagraving
08
jan
Anvør Zachariasen 25 ára starvsdag
03
jan
Hugnakvøld í Blákolluni
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
13
jan
Trupulleikar við vatninum á Oyri
13
jan
Dagstovnu­rin á Flatinum og SVS KUNNING