Tíðindi

Ævintýraferðin á vitjan á Flatinum

10.01.2025

Í dag hava børnini á Flatinum havt vitjan av Ævintýraferðini.

Tað hevur verið fastur táttur hjá barnagarðinum, at bjóða Ævintýraferðini á vitjan. Fyrsta vitjanin var í Barnagarðinum á Oyri í 2004. Síðani tá hava teir báðir, Dánjal og Búi, vitja á hvørjum ári. 

Í dag vóru Dánjal og Búi og framførdu kærleikssøguna hjá Shakespeare um Romeo og Juliu. Og sum altíð dugdu teir báðir sera væl at fanga børnini og leiða tey inn í teirra ævintýraverð og lærdu børnini at tosa "poetist". Børnini vóru sera hugtikin av leikinum og sótu pinnastill og fylgdu við. Dánjal og Búi sungu eisini teirra kendu sangir, so sum "Grækaris Grashøv", og tá sungu øll børnini hart við. 

Ein sera góð og stuttlig vitjan.

Vit takka Ævintýraferðini fyri vitjanini og alt tað teir gera fyri børnini (og tey vaksnu).

Seinastu tíðindi

22
des
Lesa til próvtøku um jóltíðir?
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
16
des
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar
15
des
Kommunuskrivstovan fer í jólafrí
12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025