Tíðindi

Karina Eidesgaard nýggjur leiðari

27.08.2024

Karina Eidesgaard er sett í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum við Kráir í Hvalvík og í frítíðarskúlanum við Margáir í Streymnesi.

Býráðið í Sunda kommunu samtykti á fundi tann 26. august 2024 at seta Karinu Eidesgaard í starv sum dagstovnaleiðari á dagstovninum við Kráir í Hvalvík og í frítíðarskúlanum við Margáir í Streymnesi.

Karina Eidesgaard er 43 ára gomul og útbúgvin námsfrøðingur. Hon hevur starvast sum námsfrøðingur á Eiði frá 2010 til 2019 og hevur verið í starvið í Sunda kommunu síðani 2019.

Karina Eidesgaard byrjar í starvinum 1. september 2024 og Sunda kommuna ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum.

Sunda kommuna vil eisini nýta høvi at takka Unn Eldevig Petersen fyri tíðina sum dagstovnaleiðari í Sunda kommunu og ynskja henni blíðan byr í nýggja starvinum.

Seinastu tíðindi

13
jan
ENDUR­LÝSING - Starvs­fólk til ungdóms­húsið í Sunda Kommunu
10
jan
Ævintýraferðin á vitjan á Flatinum
08
jan
Kavagraving
08
jan
Anvør Zachariasen 25 ára starvsdag
03
jan
Hugnakvøld í Blákolluni
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
13
jan
Trupulleikar við vatninum á Oyri
13
jan
Dagstovnu­rin á Flatinum og SVS KUNNING