Tíðindi
Tilmeldingarskipanin til frítíðarundirvísingina er opin
Tilmelding til frítíðarundirvísingina er opin frá í dag, 28 august kl. 10.00 til 04. septembur kl. 15.00.
Aftur í ár hevur Sunda kommuna eina tilmeldingarskipan til frítíðarundirvísingina. Hetta er ein skipan í líkist vanligu nethandlunum. Tað vil siga, at tú koyrur tey skeið, tú ynskir at luttaka á, í eina innkeypskurv, tøppar inn samskiftistupplýsingar og síðan verður tú beind/-ur víðari til eina gjaldsskipan. Luttøkugjaldið skal gjaldast beinanvegin, so havið gjaldkortið klárt tá tú meldar til. Øll tilmelding er persónlig og bindandi.
í fjør høvdu fleiri avbjóðing við, at tá vøran var løgd í kurvina bleiv hon vekk. Um hetta hendur, so trýsti á búmerki hjá Sunda kommunu ovast vinstu meðin og hon eigur at koma framm.
Tilmeldingin fer fram við at trýsta her.
Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er.
Eitt hold verður avlýst, tá færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreinarnar, tá ið í mesta lagi 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.
Pensionistar gjalda hálvt gjald.
Fyri øll skeið er galdandi, at luttakararnir sjálvir gjalda alt tilfar.
*Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Eru pláss tøk, er møguligt hjá borgarum uttanfyri Sunda kommunu at luttaka.