Tíðindi

Læknaviðtalan við Norðskála út- og umbyggjast.

29.08.2024

Arbeiðið við at út- og umbyggja læknaviðtaluna byrjar nú í september.

Býráðið samtykti í fíggjarætlanini fyri 2024, at Læknaviðtalan skuldi út- og umbyggjast.

Arbeiðið at fyrireika útbyggingina hevur gingið væl. Samanspælið millum umsitingina í Sunda kommunu, læknarnar við Norðskála og Brim Arkitektar legði lunnar undir verkætlanina, ið hevur verið í útboði.

Fýra tilboð komu inn fyri stórarbeiðstøku og Búð hevði lægsta boðið.

Trý tilboð komu inn fyri EL-arbeiðstøkuna, og EL-Trygd átti lægsta boðið.

Lendisarbeiðið er gjørt av kommununi í summar, og nú eru sáttmálarnir undirskrivaðir við Búð og EL-Trygd. Arbeiðið byrjar fyrst í september.

Talan er um umbygging av verandi læknaviðtalu umframt nýgbygging og samanbygging við verandi. Eftir ætlan er arbeiðið liðugt móti sumri 2025.

 

Við nýggju læknaviðtaluni, verður læknaviðtalan dagførd, nútímansgjørd og áleið tvífaldað í vídd. Umframt okkara tveir kommunulæknar, verður pláss fyri tveimum útbúgvingarlæknum umframt eini skaðastovu og góðum umstøðum til sjúkrarøktar- og ambulant virksemi, ið er har í dag.

Seinastu tíðindi

13
jan
ENDUR­LÝSING - Starvs­fólk til ungdóms­húsið í Sunda Kommunu
10
jan
Ævintýraferðin á vitjan á Flatinum
08
jan
Kavagraving
08
jan
Anvør Zachariasen 25 ára starvsdag
03
jan
Hugnakvøld í Blákolluni
19
des
Almennir býráðsfundir 2025
13
jan
Trupulleikar við vatninum á Oyri
13
jan
Dagstovnu­rin á Flatinum og SVS KUNNING