Tíðindi

Café Sólja latin upp í Tjørnuvík

04.09.2024

Nýggj café latin upp í Tjørnuvík

Hósdagin í farnu viku lat Café Sólja upp í Tjørnuvík. Kafein liggur í sera hugnaligum umhvørvi, og er at síggja beint sum tú kemur til bygdina. Café Sólja er sera hugnalig og hevur eitt ótrúliga vakurt útsýni oman á sandin og yvir á Risan og Kellingina. Aftur við einum drerkkamunni bjóðar Reidunn tær góða og heimagjørda køku, sjokuláta ella pannukøku. Skalt tú ein fjallatúr ella bara hevur hug til ein væl smakkandi sandwich vid tær víðari, er eisini møguligt at fáa hann innpakkaðan. 

Tað eru hjúnini Reidunn og Ingi, sum eiga Café Sólju. Reidunn kemur at verða dagligur leiðari.

Á facebook síðuni hjá Café Sólju, kanst tú lesa meira og síggja nær opið er.

Sunda kommuna ynskir Reidunn og Inga hjartaliga tillukku og blíðan byr við Café Sólju.   

Seinastu tíðindi

18
mar
Takkarkvøða
17
mar
Eldradagur í Eydnuni 22. mars - SKRÁ
17
mar
Framsýning í skúlanum við Streymin
13
mar
Aðalfundur hjá Náttúrulund­ini við Streymin
10
mar
Byrja at asfaltera í morgin
10
mar
Námsfrøð­ingur til Dagstovnin við Stórheygg
10
mar
Námsfrøði­ligur stuðul til barn við CP (Cerebral parese)
05
mar
Sunda kommuna 20 ár - SKRÁ