Tíðindi
Kavagrevstur
Kunning viðvíkjandi raðfesting og kavarudding hjá Sunda kommunu.
Kommunan tekur sær av kavarudding og salting á kommunalu vegunum.
Ábyrgd av kavaruddingini hevur arbeiðsformaðurin á veitingareindini.
Kavarudding og salting verður framyvir avgreidd á hendan hátt. Raðfestingin av vegunum er flokkað í 3 stig. Har stig 1 er fyrsta raðfesting, og síðani stig 2 og 3, bæði tá talan er um kavarudding og salting.
Tá tað kavar illa kann koma fyri, at tað bert ber til at halda grønu og reyðu vegirnar. Gulu vegirnir verða grivnir, tá tíð er til tað.
Vegir merktir við bláum eru landsvegir, og teimum varðar Landsverk av.
Raðfesting fyri salting og kavarudding í Sunda kommunu:
- Gjógv
- Hósvík
- Hvalvík og Streymnes
- Haldórsvík
- Langasandur
- Nesvík
- Norðskáli
- Norðskáli - norður
- Oyri og Oyrarbakki
- Oyrarbakki
- Saksun
- Tjørnuvík
- við Áir
Miðjað verður eftir at byrjað verður at salta og grava tíðliga á morgni.
- Mánadag til fríggjadag verður byrjað kl. 5.00,
- Leygardag verður byrjað kl. 6.00.
- Sunnu- og halgidagar verður byrjað kl. 06.00.
- Grivið verður ikki eftir kl. 21.00 á kvøldi.
Sunda kommuna miðjar eftir, at vegirnir verða ruddaðir soleiðis at bilar, sum eru væl skøddir, kunnu koyra.
Bilar til ampa:
Trupult er, tá ið bilar standa til ampa fyri kavaruddingini. Tað KANN tí enda við, at tað ikki verður grivið, um førarin ikki metir tað vera ráðiligt.
Heitt verður á borgarar at hjálpa til við at seta bilarnar soleiðis, at teir eru til minst ampa fyri kavaruddingini. Tað vil siga, í tann mun tað ber til, at seta bilin inn á egnan matrikul ella felags parkeringsøkir.
Borgarar eiga at:
- Brúka saltkassarnar, sum standa ymsa staðni í býlingunum í kommununi.
- Grava fyri egnari innkoyring.
- Hugsa um hvar bilarnir verða settir, so gravimaskinurnar sleppa framat
Kommunan hevur ábyrgdina av salting av øllum kommunalum vegum. Kassar við salti í verða settir við brekkur. Heldur tú, at tørvur er á saltkassa í tínum grannalag, set teg so í samband við kommununa á tlf: 667271.
Eru spurningar ella áheitanir viðvíkjandi kavarudding í Sunda kommunu, eru borgarar vælkomnir at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf.: 667271.

