Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Lesandi útisetar og løgtingsvalið

02.03.2026

Søkið um at velja í seinasta lagi 5 mars.

Ert tú stadd/ur uttanfyri Føroyar í lestrarørindum, hevur tú valrætt, um so er, at tú hevur búð í Føroyum og verið skrásett í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans. Tú skalt ikki hava havt tilhald uttanfyri Føroyar í meir enn 8 ár. Tú skalt tó søkja um at sleppa at velja í tí kommunu, har tú seinast var skrásett/ur.

STUTT FREIST – hósdagin 5. mars

Valið varð kunngjørt heldur knappliga og tað førir við sær, at freistin at søkja um at sleppa á veljaralistan er heldur stutt, tí søkjast skal í seinasta lagi 21 dagar áðrenn sjálvan valdagin

Freistin at søkja er hósdagin  5. mars og má umsóknin verða Sunda kommunu í hendi áðrenn afturlatingartíð, kl. 15:00. 

Gev gætur, at tú fært ikki nakað valkort sendandi, tá tú hevur søkt um at sleppa at velja. Tú mást tí minnast til at hava samleikaprógv við, tá tú greiðir brævatkvøðu. Samleikaprógv kann annaðhvørt vera pass ella koyrikort.

Atkvøðugreiðsla í útlondum

Ert tú uttanlands, og fært tú ikki verið heima á valdegnum, kanst tú greiða atkvøðu á donskum sendistovum ella konsulatum í útheiminum, ella hjá einum persóni, sum landsstýrismaðurin hevur heimilað. Ert tú stødd í Danmark ella Grønlandi, kanst tú greiða atkvøðu á støðum, sum har verða nýtt til atkvøðugreiðslu við brævi. Tað er undir vanligum umstøðum kommunuskrivstovan.

Umsóknarblaðið er her og skal sendast aftur til sunda@sunda.fo