Tíðindi

Kunning um snarboð

21.11.2025

Hvussu boðar Sunda kommuna fólki skjótast frá, tá vatnið er dálkað – ella tá streymurin skal sløkkjast?

Snarboð eru stutt boð, sum Sunda kommuna kann leggja út – og tey koma beint í Vanga-appina hjá fólki. Tað merkir, at borgarin fær eitt push-boð á telefonina, tá okkurt er. Tað er umráðandi at borgarin loyvar push-boð frá Vanganum.

Tað er einfalt, trygt – og viðkomandi.

  • Boðini kunnu sendast til ávís øki ella bólkar av fólki
  • Boðini síggjast beinanvegin á telefonini
  • Talan er um smá tíðindi, sum ofta hava týdning her og nú

Í roynd og veru merkir hetta, at Sunda kommuna kann røkka beint fram til teir borgarar, sum skulu hava boðini. Til dømis: er vatnið dálkað, fær borgarin boðini beinanvegin á telefonina – heldur enn at hoyra tað aftaná í útvarpinum, ella at leita á heimsíðuni.

Fyri at fáa hesi snarboðini á telefonina, uttan at skula rita inná Vangan, má borgarin loyva push-boð frá Vanganum.

Vinarliga

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

12
des
Fitt vitjan á kommunuskriv­stovuni
10
des
Stuðul til nýggjárshald
09
des
Býráðsfundur 15. desember 2025
02
des
Almenn áheitan á Landsverk
01
des
Loyvi at brenna bál á nýggjárinum
27
nov
Undantaks­loyvi givið til at taða í Tjørnuvík
24
nov
Einki dagstovnagjald í desembur
24
nov
Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt