Tíðindi

Fíggjarætlanin 2026 einmælt samtykt

24.11.2025

Á býráðsfundi í kvøld varð fíggjarætlanin hjá Sunda kommunu fyri 2026 einmælt samtykt. Skattaprosentið og barnafrádráttur verða tað sama. Á fyrsta sinni í 5 ár er tað eydnast at vaksa um munin millum útreiðslur og inntøkur, so upphæddin til íløgur og afturgjald av skuld aftur er hækkandi. Í samtyktu fíggjarætlanini er íløgukarmurin áðrenn rentur og avdrátt 10,261 mió. kr. samanborið við 6,124 mió. kr. í 2025.

49,2 mió. kr. eru settar av til íløgur. Nakrar av teimum raðfestu eru niðanfyri:

Liðugtgerð av læknaviðtaluni við Norðskála
Dagføring av Norðskálavegnum
Dagføring av bátahyljunum
Asfaltering av vegum
Kloakk í Tjørnuvík og Saksun
Lendingin í Tjørnuvík
Liðugtgerð av trivnaðarøki í Hvalvík
Spælipláss í Tjørnuvík
Kirkjugarðurin í Haldórsvík
Liðugtgerð av brandstøðini
Vetrarfriðing á Langasandi og Haldórsvík
Kirkjugarðurin við Norðskála
Fríðkan av kommununi
Liðugtgerð av útstykking
Sølutorg á handilsøkinum
Betur umstøður til frítíðarskúlan á Flatinum

Út yvir hesi nevndu er 1 mió. kr. sett av til at uppraðfesta tilbúgvingina og trygd í kommununi. Eitt økið, ið veruliga hevur haltað í nógv ár, men sum nú verður raðfest.

Í rakstrinum verða m.a. frítíðarkortið, uppraðfesting av bussleiðini og lærlingar til arbeiðsdeildina raðfest.

Vegna býráðið í Sunda kommunu

Eyðstein Zachariasen
Borgarstjóri

Seinastu tíðindi

12
jan
Sunleif aftur á umhvørvisplássinum
07
jan
Ein vinarlig áheitan á bileigarar
06
jan
Bárður Davidsen 10 ára starvsdag
05
jan
Tøk grundøkir alment til sølu
19
des
Heiðran av sløkkiliðs­fólkum
17
des
Almennir býráðsfundir 2026
07
jan
Bussleiðin avlýst
05
jan
Prísurin fyri grund­stykkir lækkar