Sjálvgreiðsla

Tíðindi

Leiðari til dagstovnin við Kráir í Hvalvík (farloyvisstarv)

08.06.2026

Brennur tú fyri vøggustovu- og barnagarðsvirksemi, umframt frítíðarskúlavirksemi?

Hevur tú dirvi at ganga á odda, skapa karmar og virka fyri trivnaði, menning og samstarv? Ert tú fyrikomandi og hevur áræðið? Verður tú motiverað/ur av at seta kós, fáa fylgd og skapa úrslit við øðrum?

Sunda kommuna søkir eftir einum leiðara, ið er sjónligur og viðurkennandi, sum megnar at fremja gott samstarv og styrkja felagsskapin.

Talan er um eitt tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 1. august 2026 til 1. august 2027.

Stovnurin
Dagstovnurin við Kráir fevnir um vøggustovu- og barnagarðsbørn, umframt frítíðarskúlabørnum við Margáir. Dagstovnurin við Kráir er normeraður til 90 børn í aldrinum 0-10 ár.
Dagstovnurin hevur stóran garð og í nærumhvørvinum er millum annað á, fótbóltsvøllur og eitt fríøkið. Frítíðarskúlin er fyri børn í aldrinum 5 til 10 ár, og tey kunnu verða í frítíðarskúlanum til og við 3. flokk. Uppgávan hjá frítíðarskúlanum er at bjóða øllum børnunum eitt trygt, mennandi, stuttligt og læruríkt umhvørvi saman við góðum starvsfólki. Frítíðarskúlin liggur í góðum umhvørvi við innan- og uttandura fótbóltsvølli, við eina á og annars í einum góðum uttandura umhvørvi. Í løtuni eru 30 børn í frítíðarskúlanum.

Vit bjóða
Eitt áhugavert starv, har tú fært møguleika at gera tína ávirkan galdandi og seta tín dám á dagstovnin og frítíðarskúlan. Saman við dugnaligum starvsfólki, ert tú við til at menna tað námsfrøðiliga umhvørvið á dagstovninum og í frítíðarskúlanum.

Vit ynskja at tú
Hevur leiðsluroyndir, kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd. At tú hevur góð evni at umstilla teg í einum broytiligum umhvørvi, við virðing og umsorgan fyri tí einstaka barninum, foreldrum og starvsfólki. At tú hevur áræðið og evni at skapa ein fjølbroyttan, litríkan og tryggan gerandisdag, og at tú kanst virka í góðum samstarvi við starvsfólk, foreldur og kommunu.
Tað er ein treyt, at tú hevur eina námsfrøðiliga útbúgving.

Setanarviðurskiftir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Sambært § 4 í í løgtingslóg um barnaváttanir hevur Sunda kommuna skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starvið. Leiðarin er starvssettur hjá Sunda kommunu við arbeiðsstaði í dagstovninum við Kráir og í frítíðarskúlanum við Margáir.

Umsókn
Skrivlig umsókn saman lívsrensli, avrit av prógvum og møguligum viðmælum skal sendast við telduposti til sunda@sunda.fo. Umsóknarfreistin er mikudagin 24. juni 2026.

Nærri kunning
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Jens Michael Jensen, kommunustjóra, á tlf. 297205 ella t-post jmj@sunda.fo