Tíðindi
Vatntrupulleikar við Norðskála & Nesvík (dagført)
10.06.2026
Trupulleikin við vatnveitingini við Norðskála er meira umfatandi enn áður hildið.
Vegna trupulleikar við vatnveitingini, hava borgarar við Norðskála og í Nesvík einki vatn í løtuni.
Okkara umsjónarmenn arbeiða í løtuni uppá brekið, men væntast kann at tað tekur tað mesta av degnum.
Vónandi kunnu tit halda okkum til góðar.