Dagstovnapláss - Uppsøgn

Uppsøgn av dagstovnaplássi


Hevur títt barn ikki tørv á sínum dagstovna-/frítíðarskúlaplássi longur, er tað tín ábyrgd at boða kommununi frá.

Uppsagnarfreistin er leypandi mánaður, plus ein mánað. Uppsøgnin er galdandi frá 1. í mánaðinum. 

Hevur tú ikki skrásett tær Samleikan, ið krevst fyri at søkja í Vanganum, kanst tú gera tað á heimasíðuni hjá Samleikanum. www.samleikin.fo 

Fært tú av onkrari orsøk ikki nýtt Vangan, vinarliga seta teg í samband við Sunda kommunu á sunda@sunda.fo

Tað er ein fyrimunur at søkja í Vanganum, tí samskiftið í Vanganum er bæði skjótari og tryggari. Á tínari vangasíðu hevur tú harafturat møguleika, at fylgja við í viðgerðargongdini.