Korona
Á hesi síðu er øll kunning frá Sunda kommunu viðvíkjandi avleiðingar av corona virusinum.
Síðan verður loypandi dagførd sum tilmælini broytast.
Mælt verður til at vísa størsta varsemi og at taka tey atlit, myndugleikarnir mæla til, í álvara. Støðan krevur av okkum øllum, at vit eru serliga umhugsin og ábyrgdarfull komandi tíðina.
Meiri kunning sæst heimasíðuni www.corona.fo
Kennir tú teg sjúkan ring so til tín kommunulækna tlf: 423006 ella kontakta læknavaktina á tlf: 1870. Læknavaktin er ætlað til fólk, sum eru sjúk ella halda seg hava sjúkutekin. Um fólk hava aðrar spurningar um corona smittuna, eru tey vælkomin at senda ein teldupost til corona@hmr.fo. Eisini er møguligt at fáa svar uppá ofta settar spurningar á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum www.hmr.fo ella á www.corona.fo
Dagført 20. august 2020.
Ikki er neyðugt at melda børnini til ansing. Øll møta sum vanligt, og fylgja tilmælunum á stovnunum.
Vitjandi á Ellisheimum hjá VEKS
Nú føroyska samfelagið enn einaferð hevur megnaÐ at fáa tamarhald á COVID-19 smittuni, og heilsumynduleikarnar ídag kenna meira til smittuna enn fyri bert fáum mánum síðan, meta vit tað vera tíð til at lata enn meira upp fyri vitjanum. Hetta verður gjørt í andanum av, at tað – umframt á starvsfólkunum – eisini áliggur hvørjum einstøkum vitjandi at tryggja, at smittan ikki verður borin inn á heimini.
Frá leygardegnum tann 12. september, eru mannagongdirnar fyri vitjandi hesar:
· Skráseting av øllum vitjandi (fyri at lætta um smittusporing, um illa vil til)
· Ongin avmarking fyri tal av vitjandi
· Vitjan skal avtalast við starvsfólk á deildini
· Vitjan fer fram á búrúmi hjá búfólki
· Inngongd til vitjan
o Korndalsbýlið: Høvuðsinngongd
o Mørkin: Eftir nærri avtalu
o Grønanes: Hurð beinleiðis inn á búrúm
· Búfólk kunnu fara biltúr við vitjandi
· Búfólk kunnu fara av heiminum á vitjan
Fyrivarni
Tað er av alstórum týðningi at vitjandi halda seg til almennu tilmælini um m.a. reinføri, fjarstøðu v.m.
Koma úr útlandi
Fólk sum eru komin úr útlandi, eru ella hava verið í samband við fólk sum eru komin úr útlandi, kunnu IKKI vitja inni á heiminum fyrr enn negativt svar fyriliggur eftir
· Test við komudag til Føroyar
· Test 6. dag eftir komudag til Føroyar
Harumframt skulu vitjandi vísa stórsta varsemi í samband við vitjan, um tey
· Íðka liðítrótt
· Ganga í fitness hølir
· Hava verið til tiltak, har mongd av fólki er samlað (veitslur, ítróttartiltøk, matstovur, skeinkistøð v.m.).
· Møguligar aðrar støður, útsettar fyri smittuvanda
- - - 0 0 0 - - -
Vit eru takksom fyri, at tú – í hesum óvanligu tíðum - hjálpir borgaranum og okkum at halda Koronasmittuna burtur frá heiminum.
Hjartaliga vælkomin at vitja búfólk okkara á Korndalsbýlinum á Eiði, Mørkini í Streymnesi og Heiminum á Grønanesi í Vestmanna.
Frá mánadegnum 17.august 2020 er kommunuskrivstovan aftur opin sum vanligt.
Flestu ørindi kunnu tó avgreiðast á við telefon ella teldupost. Vit fylgja tilmælunum frá landsmynduleikunum viðv. korona smittuni og lova tí bert einum borgara inn á skrivstovuna í senn.
Heðin Zachariasen borgarstjóri
Nú opna vit endiliga aftur, aftaná eina langa summar-corona feriu.
I Heyst hava vit opið fyri 8-9 og 10’inda flokkum:
Mikudag kl 18-22
Fríggjadag kl 18-23
Vit gleða okkum at síggja tykkum 2.septembur!
Gamla Garnhúsið á Oyri er tilhaldsstað hjá ungdóminum í kommununi. Tey ungu hava sjálvi gjørt ein part av arbeiðinum at laga húsið til virksemið hjá Garnhúsinum, og hava harvið sett sín dám á teirra ungdómshús.
Leiðari er Jórunn Gudmundsen telefon nummar: 297295.
Opið er týskvøld frá 18.00-22.00 og fríggjakvøld frá 19.00-24.00. Tilboðið er í fyrstu syftu ætlað teimum, sum eru byrjaði í framhaldsdeildini og upp til 18 ára aldur.
Facebooksíða hjá Ungdómshúsinum er: facebook.com/garnhusid. Ungdómshúsið hevur eisini síðu á Instagram, leita eftir garnhusid.
teldupostadr: garnhusid@gmail.com
Tó verður ikki møguligt at nýta sauna. Heitt verður á øll um at virða tilmælini viðvíkjandi korona.
Opið er soleiðis:
Mánadag 17.00-19.00: Almenn svimjing
Mikudag 17.00-20.00: Skúlabørn
Fríggjadag 17.00-20.00: Almenn svimjing (heitur hylur)
Leygardag 08.00-13.00: Barnafamiljur (heitur hylur)
Hylurin er stongdur í skúlaferium.
16.03.2020
Kunning frá IRF um trygdartiltøk viðv. gráa, hvíta og reyða posa.
Tað er nógv, ið bendir á, at covid-19 virus kann yvirliva eina rúma tíð uttanfyri mannakroppin á yvirflatum úr t.d. plasti ella jarni. Hjá IRF eru vit noydd at gera alt vit kunnu, fyri at innsavningin hjá okkum kann halda fram ótarnað. Tí heita vit staðiliga á allar borgarar í limakommununum at fylgja hesum tilmælum:
- Bindið fyri allar posar, sum fara út í gráa posan. IRF viðmælir at nýta keyptar burturkastposar við innbygdum bandi.
- Snørið gráa posan við bandi ella teypi dagin fyri, hann verður heintaður. Posin skal framhaldandi vera í ruskstativinum, eftir at hann er bundin fyri. Nær verður posin heintaður? Sí meira her.
- Hugsið um reinførið, tá ið tit binda um gráa posan.
- Fyri at umgangast smittuvanda, so verða yvirfyltir posar ikki tiknir.
- Fyri at fyribyrgja at fuglur kemur at posunum og innihaldið verður spjatt út í umhvørvið, vil IRF staðiliga heita á øll húski, ið enn ikki hava eitt ruskstativ uttanfyri, um at fáa sær eitt til vega.
- Vit hava fyribils steðgað innsavningini av hvítum og reyðum posum. Vit mæla til, at tit goyma hesar posar við hús næstu tvær vikurnar.
Bussleiðin koyrir aftur frá mánadegnum 20. apríl 2020.
Tikið verður atlit til tilmælini viðvíkjandi corona smittuni.
Sunda kommuna
Avgjørt at Dagtilhaldið Blákollan á Oyri letur upp aftur týsdagin 25. august eftir ein summarsteðg.
Opið verður týsdag og hósdag frá kl. 14.00-18.00.
Vit spritta og fylgja tilmælum. Uppmøting er undir egnari ábyrgd og ert tú í vandabólki kann vera skilagott at bera munnbind.
Fylgt verður væl við í tilmælunum, sum koma frá mynduleikunum. Eru spurningar ella viðmerkingar eru tit vælkomin at kontakta leiðarin í dagtilhaldinum á tlf.: 222583.