Tilmelding

Tilmelding til frítíðarundirvísingina

Enn ber til at melda til skeiðini, sum byrja eftir nýggjár.

Til tey skeið, sum byrja eftir nýggjár, er tilmeldingarfreistin 6. januar 2022. Tey skeiðini eru:

511-63-1 Pilates 2 Guðrun Elttør undirvísir í Skúlanum við Streymin, fimleikarhøllin. Týsdag kl. 15 til 15:45. Byrjar 11. jan. og endar 22. mars (10. ferðir). Kostnaður 250 kr.

511-65 Gera páskadekoratiónir Anette Sonne undirvísir í Skúlanum við Streymin. 17. mars kl.19 til 21 og 26. mars kl. 9 til 15.

 

Útfyll teigarnir og set kross við tey skeið tú ynskir at melda til. Tilmeldingin er persónlig og bindandi.

Øll skráin við upplýsingum um skeiðini, undirvísarar og tíðspunkt sæst her.

Les meira um mannagongd og treytir niðast á hesi síðuni.

Um tær tørvar hjálp at melda til, ert tú vælkomin at ringja til umsitingina á tlf. 667271.

Mannagongd og treytir

  • Tá tú hevur melda til fært tú teldupost við váttan og gjaldsupplýsingum sendandi. Hetta verður gjørt manuelt og tí kann tað taka eina løtu áðrenn tú fært teldupost. Skrásetingin fer tó fram í tí rekkjufylgju sum tilmeldingarnar koma inn.
  • Pensjónistar og lesandi gjalda hálvt gjald. Fyri lesandi krevst avrit av lestrarkorti.
  • Tá goldið er, ert tú tilmelda/-ur.
  • Øll tilmelding er persónlig og bindandi.
  • Fær næmingur forfall og ynskir at taka tilmeldingina aftur, skal hetta boðast frá á kommunuskrivstovuni. Um næmingur ynskir at fáa luttøkugjaldið endurgoldið, skal hetta fráboðast áðrenn fyrstu undirvísing.
  • Øll undirvísing er treytað av at nóg stór undirtøka er. Eitt hold verður avlýst, tá ið færri enn 6 luttakarar eru. Eitt hold er fullteknað innan handaligu lærugreininar, tá ið 12 luttakarar eru. Aðrar lærugreinar er tað 18, ella eftir avtalu við læraran.
  • Frítíðarundirvísingin er fyri borgarar í Sunda kommunu. Er pláss tøkt er møguligt hjá øðrum at luttaka. Eftir at tilmeldingarfreistin er farin hava borgarar í Sunda kommunu ikki framíhjárætt.