Loyvi at brenna bál mannagongd og treytir

Umsókn um loyvi til bálbrenning

Við heimild í § 12 í kunngerð nr. 147 frá 19. oktober 1995 um burturkast kann kommunan geva loyvi til at brenna bál. Loyvið verður givið við somu treytum, sum fyri nýggjárs-, jóansøkubál o.t.:

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
  • at støddin á bálinum er í mesta lagi 5 metrar í diametur og umleið 2 metrar í hædd
  • at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
  • at frástøða til hús og lutir nærhendis er nóg stór
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur stendur fyri loyvinum, og er á staðnum tá brent verður
  • at navn, adressa og fartelefonnummar hjá ábyrgdarpersóninum verða upplýst kommununi, tá søkt verður um loyvi til bálbrenning
  • at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning
  • at økið verður ruddað í seinasta lagi kl.12.00 dagin eftir
  • at spannir ella vatnkør eru á staðnum til sløkking ella køling í sambandi við møguligar brunaskaðar

Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin og annar ampi standast av brenningini.

 

Fyll teigarnar út niðanfyri og send umsókn

Les meira um dátuverndarpolitikkin hjá okkum her.