Myndakapping

Myndaspæl

Komið og verið við í okkara myndakapping í samband við mentanardagarnar.

Vit hava sent politikararnar runt til bygdirnar í kommununi undan tykkum, og nú skulu tit fara aftaná teimum. Finnið útav, hvar politikararnir eru, og takið eina selfie á sama stað. Tá tit hava tikið allar 11 myndirnar, skulu tit leggja tær upp (uploada) á heimasíðuni her - sí formular niðanfyri.

Tað eru tiltøk í nærum øllum bygdunum, so tit kunnu fara til tiltøk og vera við í kappingini samstundis.

Trýst á myndirnar fyri at síggja tær í fullari stødd.

Mannagongd og treytir:

  1. Finn støðini har politikarnir eru, og tak eina selfie á sama stað.
  2. Fyll út teigarnar niðanfyri, uploada allar 11 myndirnar og trýst á send.
  3. Um tær ikki dámar at koma uppá myndina sjálv/-ur, so kanst tú taka mynd av einum luti ístaðin - tað kann vera ein bamsa, eitt klædnaplagg, eitt djór ella líkandi. Einasta treyt er at tað er sami persónur ella lutur, sum er á øllum myndunum.
  4. Býráðspolitikarir og starvsfólk í umsitingini hjá Sunda kommunu kunnu ikki luttaka í kappingini. Húsfólk og familjur teirra eru vælkomin at luttaka.

Freist

Síðsta freist at senda okkum myndir er fríggjadagin tann 24. september kl. 12:00

Vinnari og vinningur

Vit trekkja lut millum millum innkomnu myndirnar. Vinnarin fær beinleiðis boð frá okkum og verður eisini kunngjørdur á Instagram og Facebook vanganum hjá Sunda kommunu.

Vinnarin fær eina gisting á Gjáargarði fyri tvey við morgunmati og lekrum døgurða - 3 rættir av nýggju matskránni hjá hotellinum.

Uploada allar 11 myndirnar í einum. Rekkjufylgjan hevur ongan týdning.