Tíðindi

Nordplus næmingavitjan við Gjógv

27.09.2022

Herfyri vitjaðu miðnámskúlanæmingar úr Odense og Kambsdali við Gjógv. Jógvan Kruse, borgarstjóri tók ímóti og greiddi teimum frá um Gjáar bygd og um ferðavinnuavbjóðingar í smábygdunum í kommununi.

Ein miðnámsflokkur á Kambsdali, har heili seks næmingar koma úr Sunda kommunu, hava júst luttikið í einari Nordplus verkætlan saman við næmingum úr Tietgen Handelsgymnasium í Odense. Næmingarnir hava arbeitt við burðardygd og endamálið við samstarvinum var at geva næmingunum høvið at samstarva og læra um mentanina og samfeløgini hjá hvørjum øðrum. Fyrst í august vitjaði føroyski klassin í Odense, og í september vóru donsku næmingarnir so á vitjan her í Føroyum.

Hetta næmingasamstarvið snýr seg millum annað um burðardygd innan landbúnað og fiskivinnu – og ikki minst innan ferðavinnu. Sunda kommunu umfatar fleiri av mest vitjaðu ferðamálunum í Føroyum. Tað var í tí sambandi at Miðnám á Kambsdali heitti á kommununa um at greiða frá um ferðavinnu og tær avbjóðingar og møguleikar, sum ferðavinna førir við sær á smáplássum sum t.d. við Gjógv. Borgarstjórin, Jógvan Kruse, tók sjálvsagt væl ímóti stóra næmingahópinum við Gjógv og greiddi teimum frá um Gjáar bygd og hvørjar avbjóðingar standast av ferðavinnuni í smábygdunum í kommununi, men eisini hvørjar møguleikar hendan vinnan gevur og hvørjar ætlanir kommunan hevur á økinum. Hann beyð eisini næmingunum til eina máltíð á Gjáargarði, sum er ein av størstu ferðavinnuveitarunum í kommununi, og eitt gott dømi um at ferðavinnan eisini kann hava positivar avleiðingar fyri smáplássini, sum annars ikki hava so nógv arbeiðspláss.

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás