Tíðindi

Valstøð í Sunda kommunu

25.11.2022

Løgtingsval verður hósdagin 8. desember 2022. Í Sunda kommunu verður valt á hesum støðum:

  • Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum við Gjógv.
  • Veljarar búsitandi við Norðskála, á Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á Oyrarbakka. 
  • Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í bygdarhúsinum í Tjørnuvík
  • Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík. (lofti)
  • Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í Saksun velja í Ítróttarhúsinum við Margáir
  • Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum í Hósvík.

Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 10.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mikudagin 7. desember greiða brævatkvøðu við at venda sær til kommunuskrivstovuna í vanligari avgreiðslutíð.  Brævatkvøður skulu vera valstýrinum, har veljarin stendur á vallista, í hendi innan valið byrjar kl.10.00 tann 8. desember 2022

Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi mikudagin
7. desember 2022 við at venda sær til kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta lagi týsdagin
6. desember kl. 12.00.

Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella  okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast tilber.

Oyrarbakki tann 23.11.2022

SUNDA KOMMUNA

Seinastu tíðindi

22
sep
Sanghefti til felagssangin í skúlanum við Streymin
22
sep
Býráðsfundur 25. septembur 2023
18
sep
Tilmeld­ingar­skipanin til frítíðarundirvísing­ina er opin
08
sep
Vælkomin á mentan­ardagar í Sunda kommunu 14. - 24. septembur
08
sep
Umsjónar­fólk til umhvørvisplássið
15
sep
Magnus á Stongum fekk ársins herðaklapp
14
sep
Faldarin til frítíðarundirvísing­ina er komin
11
sep
Áheitan um at rudda økið sunnan og eystanfyri Krás