Tíðindi
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast var broytt við lógtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.
Broytingarnar fevna um hesar bygdir:
Streymnes - matr. nr. 119, 122
Streymnes - matr. nr. 192a
Gjógv - matr.nr. 139a
Gjógv - matr. nr. f (vegur)
Matriklarnir, sum eru fevndir av broytingunum, kunnu síggjast her.
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð frá 16. januar 2024 til 20. februar 2024, báðar dagarnir íroknaðir.
Møgulig mótmæli og /ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommunuskrivstovuna í seinasta lagi 27. februar 2024.
Oyrarbakki tann 16. januar 2024
Sunda kommuna