Tíðindi

Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu

27.02.2024

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, sum seinast var broytt við lógtingslóg nr. 31 frá 17 mars 2022, verður við hesum boða frá, at Sunda kommuna hevur samtykt at gera niðanfyristandandi broytingar í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu.

Broytingarnar fevna um:

-        Tekst í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu 

-        Serstøk byggisamtykt fyri øki niðanfyri Rættarveg í Hósvík. 

-        Serstøk byggisamtykt fyri øki niðanfyri Oyrarveg á Oyrarbakka.

-        Serstøk byggisamtykt fyri øki niðanfyri Oyrarveg á Oyri.

-        Serstøk byggisamtykt fyri matr.nr. 137v við Norðskála.

Tekstur í byggisamtyktini fyri Sunda kommunu kann síggjast her.

Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á kommunuskrivstovuni í vanligari avgreiðslutíð frá 27. februar 2024 til 02. apríl 2024 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig mótmæli og ella broytingaruppskot, skulu latast skrivliga til kommunuskrivstovuna í seinasta lagi 09. apríl 2024.

Oyrarbakki tann 27. februar 2024

Sunda kommuna

Seinastu tíðindi

02
des
Grund­stykkir til sølu
27
nov
Nýggja býráðið hevur skipað seg
20
nov
Kunngerð um broyting av byggisamtykt fyri Sunda kommunu
26
nov
Býráðsfundur 26. november 2024
26
nov
Starvs­fólk til Dagstovnin við Stórheygg
26
nov
8 starvs­fólk fingið lívbjargaraprógv
25
nov
Sunda kommuna lækkar skattin og hækkar barna­frádráttin
25
nov
Nýggja lækna­viðtalan reist